So gamlir eru vit

Lilypie Fourth Birthday tickers Lilypie First Birthday tickers

søndag den 25. januar 2009

Hey hey

Hettar er okkara bloggur. Vit hava uprætta hann so tit kunna verða við í okkara gerandisdegi. Serliga nú vit verða foreldur :o) sum verður 1. august.

Vit fáa úr at gera tá Sigga hevur átt, tí tað verður ikki bara eitt fitt lítið eitt, men tvey. Eru vit ikki bara heldig? :o)

So nú fara vit at leggja myndir inn tá vit hava verið í skannarinum og av búkinum, sum hann veksur.. Og hann er longu blivin stórur ;o)

Niðanfyri eru allar myndirnar frá skanningunum sum vit hava verið til:


Hettar var fyrstu ferð vit sóðu okkara filttu børn (sjálvt um tað ikki líkist børnum her:o) Her eru tey 7 vikur og 4 dagar og ikki størri enn 9 mm, men tað var fantastiskt at síggja hvussu hjørtuni bankaðu í fuld drøn, longu tá :o)


Hettar er so í viku 10+1 og her sær man so tað eina barni. Og ja, longu har er tað blivi til eitt "ordiligt" barn og ikki størri enn 2,9 cm, so pinku lítið.


Her er hitt barnið eisini í viku 10+1 og tað var 3,5 cm. Tey lóðu so fitt baði og sparkaðu og suttaðu tummil. Tað var sooo skeg at síggja :o)



Og í viku 12+6 eru tey longu blivin meir enn dupult so stór sum í viku 10. Her liggja tey rygg móti rygg.


... Men ikki gjørdu tey tað leingi, meðan sjúkrasysturin skannaði vendu og sparkaðu tey sum eg veit ikki hvat, so áðrenn leingi lóðu tey sama veg. Hesar myndirnar vóru tiknar fríggjadagin 23. januar 2009.


Sjúkrasysturin var so fitt at hon gav teimum navn beinanvegin.. Tvey soo fitt nøvn ;o)
Her er "Vinstri tvillingur nr.1" sum var 6,7 cm.


Og her er "Høgri tvillingur nr.2" sum var 6,5 cm.

So her er okkara fyrsta inlegg á blogginum.

1 kommentar:

  1. Hey og enn einaferð til lukku :) Tvey yvirraskilsir í einum tann 23 dec, tá ið tit vístu myndina av skanningini :O :D
    Harrin signi tykkum við tí, sum tit hava brúk fyri, tá ið tit hava brúk fyri tí :)))

    SvarSlet