Nú eru tey endiliga her og tað er so deiligt:o) Omma heldur at vit eru blivnir so vaksnir síðan hon sá okkum seinast, men tá vóru vit eisini bara 1 viku og nú eru vit 3 vikur:o) Omma er so røsk at hjálpa mammu. Hon hjálpir at geva okkum mat í sonduna, skiftir blæður, vaska upp og skolda fløskur:o) Alt hetta gera vit 1000000 ferðir um dagin, so tað er ordiliga gott at omma er her, tí nú er babba farin aftur til arbeiðis. Hann manglar 14 dagar av praktikkini og so hevur hann summarferiu, tað gleðir hann seg soooooooo nógv til:o) Babba hevur eisini sett pápabeiggja í sving, hann fekk lov til at hanga okkara flotta nýggja pusliborð upp:o)

Ingen kommentarer:
Send en kommentar