So gamlir eru vit

Lilypie Fourth Birthday tickers Lilypie First Birthday tickers

fredag den 19. juni 2009

THO :o) Jubii

Ja hvat merkir tað? Tidlig hjemmeophold. Tað merkir at vit kanska sleppa heim við mammu og babba um ikki so øðiliga langa tíð. Vit eru tó enn innlagdir, bara heima:o)

Og tað kann bara lata seg gera tí at vit klára okkum ordiliga væl og hava tikið nógv uppá í nógvar dagar. Nú viga vit næstan líka nógv sum tá vit komu út :o) og vit hava fingið kjálkar aftur, hygg bara á mynini.


Her er so deiliga heitt og bleytt at liggja.

Men THO merkir eisini at mamma og babba skulla geva okkum at eta ígjøgnum eitt rør í nøsini sum fer niður í magan. Og so kemur ein sjúkrasystir heim við eini vekt at viga okkum tvær ferð um vikuna.
Men fyrst skulla vit í eina stovu, saman við mammu og babba og bara vit ongin annar og ongin larmur. Har skulla læknarnir vita um vit kunna klára okkum uttan øll máli tólini og allar ledningarnar sum bara gera fortre.

Um vit koma heim,m so fara vit at lokka ommu í Tórsbyrgi at koma og vitja í nakrar dagar :o) tað hopa vit at hon kann.

1 kommentar:

  1. Hihi :D mmmmm so gott og trygt at sova í armunum hjá mammu og babba :D

    SvarSlet