
Her skiftur mamma á A í bilinum uttanfyri ein føtex handil meðan omma og abbi eru inni og keypa inn. Babba hevði skift á B og tók myndir.
Tá vit skuldi á ferguna til Ebeltoft mundi enda galið, tí vit høvdu ikki reserverað pláss á ferguni og so máttu vit í kø og tað kom ein bilur ímillim ommuogabba og okkum og tá tey fóru umborð sloppu vit ikki við beinanveg, men so vinkaði ein kontrollør á okkum atlíkaval, so vit vóru allar seinasti bilur á ferguna. Tað hevði verið forferdiligt um vit ikki sloppu við tá..




Ingen kommentarer:
Send en kommentar