Enn einaferð vilja myndirnar ikki venda rætt:o(

Nú vit eru útskrivaðir sleppa vit alt tað vanlig børn sleppa. Og nú hava mamma og babba eisini avgjørt at vit koma heim til Føroyar skjótt. Vit fara við Nørruni tann 28. juli, so har fara vit at halda okkara fyrstu ólavsøku. Tey hava eisini avgjørt at vit skullu doypast tann 2. aug í Havnar Kirkju, so tá er tað slutt vi at kalla okkum A og B:o) Tann dagin eru nógv børn ið skullu doypast, so tað er ikki sikkurt at vit sleppa at vera doyptir í kirkjutíð, men tað hopar mamma.

Mammusa kúllur (A)

Fitta snýði hjá mammu síni (B)

Okkara eygnasteinur:o)


Ingen kommentarer:
Send en kommentar