So gamlir eru vit

Lilypie Fourth Birthday tickers Lilypie First Birthday tickers

torsdag den 20. august 2009

Avv í bugeling

Vit hava haft soo ilt í búkinum í nógvar dagar, so vit gráta illa og gajan hjálpur ikki alla tíð. Fyrradagin var ein heilsusjúkrasysir og hugdi at okkum og at boppunum hjá mammu og hon segði at vit hovdu fingið soppar/svamp og tað var tí at tað boblar so nógv í búkinum og mamma fær sooo ilt í boppurnar tá vit skulla hava mjólk. Mamma græt, men so keypti babba súgvibrikkar og heilsusjúkrasystirin hjálpti mammu at brúka teir og tað hjálpti. Men vit hava enn ilt í búkinum.

Tað hjálpti soo væl tá omma og mamma fønaðu búkin aftana vit høvdu verið í bað.

Vit skulla vaska munnin væl vil danskvand og so fáa vit ein heilivág sum eitur "brentan" tað er gele sum vit skulla hava í munnin 4 ferð um dagin. Og mamma skal eisini smyrja okkurt líknandi á boppurnar.
Vit hava heldur ikki kukka sum vit plaga, Uni hevur ikki kukka í eina viku og Rógvi í 3 dagar. Men vit hava fingið at vita at tað bilar onki um vit ikki kukka allatíð. Áðrenn Rógvi kukkaði stóð nalvi út og aftaná var hann sum vanligt, so nógv var í búkinum..

Mamma og babba vigaðu okkum í gjár og seinast mikudag og vit hava tikið nógv uppá, Uni vigaði 3730 gr. í seinastu viku og 3975 gr. í gjár og Rógvi vigaði 3910 gr. og 4065 gr.

Vit vóru vigaðir á køksvektini hjá ommu:o)

1 kommentar:

  1. Hey Hvør er tað sum er í baljuni.Hvat helt heilsusystirin um vektina hjá teimum báðum.Vónandi gongur betur nú.

    SvarSlet