
Her hanga dópskjólarnir klárir. Langomma í Suðri hevur gjørt tann eina og honum bleyv mamma doypt í, og hin hevur Abbedid gjørt, so vit kundu vera líka:o) Teir eru so flottir!

Hesar fittu kísarnar hevvur Abbedid gjørt til kjólarnar

Aftaná vit vóru doyptir ótu øll lekran døgura hjá Trinommu. Pauli gubbi hevði gjørt lekra oksasteik, rómabakaði eplir, eplir, gularøtur og sóvs. Unnomma hevði gjørt íslagkøku omaná. Og alt smakkaði sooo væl, søgdu tey! Vit fingu sjálvandi onki..



Langomma og langabbi sita undir okkum. Rógvi er ikki illur tí langabbi ikki dugir, men tí hann var so gor hungraður og tímdi yvirhøvur ikki at taka bílat.
Pauli gubbi, Bogi gubbi, Rúni gubbi, Torleiv gubbi, Heidi fastir/gumma, Rúna mostir/gumma, Halla mostir/gumma, Fríða gumma og Arndis gumma

Uni og Rói góði:o)

Uni og Rógvi
Her eru vit heima hjá ommu og abba í Lítlutrøð, har var nátturi klárur til gestir sum vildu síggja okkum og har komu yvir 60 fólk og veðrið var soo gott og vit fingu orgla nógvar góðar gávur:o)












Ingen kommentarer:
Send en kommentar