Í dag hava vit verið aftur á neonatal, har vit vóru tað fyrstu vikurnar av okkara lívi. Vit møttu fleiri av sjúkrasystrunum sum ansaðu eftir okkum og tær hildu allar at vit vóru blivnir so stórir og fittir. Mamma og babba tosaðu við eina konu, um hvussu tað gongur við okkum. Hon helt at vit vóru nakrir raskir dreingir. Vit dugdu væl at liggja á búkinum og lyfta høvdi, vit høvdu góða eygnakontakt og tóku væl uppá. Men alt hetta vistu mamma og babba væl:o) Nú vigar Uni 4400 gr. og Rógvi 4500 gr. Mammusa eru blivnir so stórir:o)

Aftaná skuldu vit kanna oyruni. Har klistraði ein kona sovori merlkiligt á okkum og so skuldu vit liggja pinnastillir. Tað var ikki so nemt, so konan gav okkum sovori lekkurt (sukurvatn), so gekk beturi. Úrslitið var at okkara oyrir eru perfekt:o) Mamma og babba hildu at vit vóru so raskir alla tað tíðina vit vóru á sjúkrahúsinum. Vit duga at vísa okkara bestu síðir tá vit eru úti, men tá vit komu heim, byrjaðu vit aftur at kúllast. Nú sova vit so deiligt og mamma og babba hyggja at filmi:o)


Uni

Rógvi
Ingen kommentarer:
Send en kommentar