Nú duga vit so øðiliga væl at smíla og smílini eru so fitt. Mamma og babba fáa nógv smíl frá okkum hvønn dag. Men vit duga eisini at gráta og vit gráta hart, serliga tá vit vilja hava boppu. Tá skal tað ganga skjótt fyri seg og vit halda at mamma er alt ov døllugt:o) Í dag hava vit verið í skannarinum. Har hava vit verið oftani fyrr, men tá vóru vit inni í búkinum. Hesaferð skuldu vit skanna mjadnarnar fyri at vita um tær sita sum tær skullu. Tað skuldu vit tí tá vit vóru í búkinum á mammu, tímdu vit ikki at venda upp og niður, vit vildu heldur sita og tá kann man fáa mjadnafeil. Tað gekk fínt, vit grótu bara eitt pikkalítið sindur. Vit fingu ikki ilt, men vit tímdu bara ikki at liggja har og vera forstýraðir.

Rógvi:o)

Uni:o)

Uni og Rógvi

Uni við einum ordans smíli:o)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar