Í dag hava vit og mamma og babba verið og svomi. Hettar var aðru ferð vit hava svomi, og aftur hesu ferð dámdi okkum væl. Vit sprellaðu eitt sindur meira hesu ferð og kavaðu tvær ferðir, tað kláraðu vit akkurát sum onki:o) Vit eru so raskir! Men restin man skal tá man svimur, tíma vit ikki so væl. At lætast í klæðir aftur og so at liggja í lyftini og bíða til mamma og babba eru liðug er onki stuttligt.
Tá vit vóru vaknaðir aftur aftaná svimjitúrin, fóru vit við mammu at vitja Fríðu gummu, Svein og Rannvá. Her eru myndir harfrá:o)

Rannvá var ordiliga upptykin av okkum, men tað er ikki merkiligt, vit eru jú so fittir;o)

Lekkurt at balla seg:o)

Gumma gjørdi okkum hetta smarta spæliteppi. Er hon ikki snild?

Gummusa fitta gella:o)

Rannvá var so góð við okkum og gav okkum leiku.

Rógvi smílir til gummu:o)

og tað gjørdi Uni eisini. Teir hildu at tað var deiligt at síggja onkran annan enn mammu og babba.

Tað sær kanska út sum Rannvá er við at stinga fingurin í eyga á Rógva, men tað gjørdi hon ikki. Hon dugdi so væl at kela varðisliga. Hon er so røsk:o)
Rannvá og Rógvi lógu so fitt og hugnaðu sær saman:o)
So hugnaligt!
Ingen kommentarer:
Send en kommentar