Í dag hava vit verið og gingið túr við Arndis gummu og Ró. Vit vóru á Kløvermarkini og hugdu at pápa Ró meðan hann sparkaði fótbóltsdyst. Aftaná fóru vit heim til okkum har vit (ella hini) ótu heitar bollar. Seidni fóru vit til Fríðu gummu sum hevði bjóða okkum og Arndis gummu, Carl og Ró til døgura. Har fingu tey lekkurt lambakjøt, eplir, gularøtur og reyðvínssovs. Omaná fingu tey lekra kaku. Mamma sigur at alt smakkaði so væl og tað var so deiligt ikki at skulla gera døgura:o)

Ró etur bolla við nutella á. Tað dámdi henni ordiliga væl:o)

Gummusa gella við Rógvasa suttu:o)

Babba og Arndis gumma trena við okkum:o)

Uni er mettir og væl settir og klárir at fara heim í lullina:o)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar