So gamlir eru vit

Lilypie Fourth Birthday tickers Lilypie First Birthday tickers

torsdag den 8. oktober 2009

Kúllarnir:o)

Her eru nækrar myndir frá teimum síðstu døgunum. Vit hava tað so gott og halda at tað er deiligt at hava ommu her. Vit hava verið fleiri shoppingtúrar, men tað tíma vit ikki altíð so væl, serliga ikki Fields. Í gjár vóru vit við mammu og ommu á katvig lagersalgog tað gekk uppá stás, men í bussinum heim vaknaði Rógvi og vildi eta. Omma og mamma drønaðu úr bussinum og oman í Illum, so vit kundu fáa boppu. Men mamma hevði ikki tyki ammipútuna við so vit vóru noyddir at sita á hvør sínum læri og fáa boppu, tað hava vit ikki prøva fyrr, men tað gekk í neyðini:o) Har sótu nækrar æðrar konur og tær vóru noyddar at flenna tí tað sá so stutligt út:o) Sama metoda var tykin í nýtslu í dag í fields og riggaði fínt.


Uni og Rógvi í so fínum smekkubuksum. Mamma heldur at vit síggja so kúllasligir út í teimum:o)


Rógvi og Uni


Vit sita so gott hjá ommu og næna:o)

Posted by Picasa

Ingen kommentarer:

Send en kommentar