So gamlir eru vit

Lilypie Fourth Birthday tickers Lilypie First Birthday tickers

lørdag den 17. oktober 2009

Plask plask!!!

Í dag hava vit verið og svomi fyri fyrstu ferð og tað dámdi okkum ordiliga væl. Vit høvdu fingið nýggjar svimjiblæðubuksur, ordiligani fínar turkisar speedo:o) Mamma og babba vóru eitt sindur spent uppá hvussu vit fóru at dáma tað, men har var onki problem:o) Vit svumu bæði á búkinum og á rygginum og søgdu onki til at fáa vatn í oyruni (nógv børn dáma ikki at liggja á rygginum og hava oyruni undir). Fríða gumma, Svein og Rannvá vóru eisini við. Tey hava gingið til baby-svimjing tá Rannvá var lítil, so tey kundu læra mammu og babba, hvussu tey skuldu gera við okkum. Vit vóru heilt avslappaðir allatíðina, ella næstan. Einaferð tá vit hvødu verið longið í vatninum, fór Uni at gráta. So fóru vit upp og eftir eina lítla løtu prumpaði hann ordiligani, og so var alt gott:o) So tað hevur nokk tað ið var galið. Tá vit fóru lidnir at svimja vóru vit so deyðatroyttir og bums sovnaðu. Ein ordiliga hugnaligur túrur, sum vit heilt sikkurt fara at gera aftur skjótt:o)


Her kavar Rógvi fyri fyrstu ferð og sum tit síggja var hann ordiliga raskur:o) Uni kavaði einini, men tíðanverri bleyv tað ikki filma:o( Fríða gumma segði at mamma og babba skuldi fáa eygnakontakt við okkum, telja uppí trý og so kava okkum og gera tað róligani. Alt gekk gott , uttan at fáa eygnakontakt, tí vit vildu nógv heldur hyggja at myndatólinum:o)


Babba og Uni:o)


Mamma og Rógvi:o)


Rannvá og Fríða gumma:o) Gummusa didda var so røsk at svimja. Hon kavaði fleiri ferðir og plaskaði sum eg veit ikki hvat:o)

Babba, Uni, Mamma og Rógvi:o) Hetta er ein av teimum fáðu myndunum av okkum øllum saman:o)


Rógvi svimur

Babba og Uni:o)

Ingen kommentarer:

Send en kommentar