Í dag hava vit verið ein túr í Fields og nú er tað bara staðfest! Uni tímir IKKI at vera í Fields. Í somu løtu sum vit komu inn gjøgnum dyrnar, vaknaði hann og vildi ikki sova meira. Kanska er tað bara tað at har er so spennandi at man ikki kan sova tíðina burtur. Men tað skuldi arbeiðast eitt sindur fyri at hann skuldi verða tilfreds. Men tað gekk:o) Mamma og babba fingu keypt onkra jólagávu og fingu sær ein bita at eta:o)

Hetta er fittasta nissa nakrantíð:o)

Er Rógvi ikki fittur?

Uni og Rógvi:o)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar