Ja, úr hvørjum enda skal man so byrja:o) Tóroddur, Kaj, Sámal, Rógvi og Uni. Her liggja vit allir so fittir:o)
Uni og Rógvi umborð á Norrøni. Nú halda tit sikkurt at mamma og babba eru blivin í ørviti:o) Men tey høvdu ikki hugsa um at taka tunnar húgvur við, til at vera í omborð, har er jú aircondition. Tey tímdu ikki at vit skuldu gerast forkølaðir aftur, so tey lótu okkum í sokkabuksir á høvdi. Vit vóru tó ikki í teimum tá vit fóru út av kamarinum.
Hendan bóltin fingu vit í jólagávu frá Rúnu moste, Hjalta gubba, Sjúrið og Róa. Hann er ordiliga skegur, tí hann bæði singur og blinkar, og so rullar hann runt av sær sjálvum:o)
Vit duga beturi og beturi at koma runt sjálvir, so vit enda allamøguliga staðni. Her er Rógvi endaður undir stólinum:o) Vit duga væl at bakka og fara til síðurnar, so skjótt duga vit sikkurt at koma fram eisini:o)



Ingen kommentarer:
Send en kommentar