So er skjótt tíð at fara aftur til Danmarkar:o( Tað verður gott at koma heim, men eisini merkiligt. Nú er so langt síðani vit komu til Føroyar, so vit hava næstan gloymt hvussu vit búgva í Dk. Vit hava havt tað so gott her heima. Tað er so deiligt at hava ommurnar og abba rundan um seg. Tey eru altíð klár at næna okkum:o) Tað hevur eisini verið gott at havt Rúnu-, Hallu moste, Heidi gummu, allar gubbarnar og øll systkinabørnini her. Tað er altíð onkur sum tímur at næna, mussa, klemma og spæla við okkum:o) Vit máa fara at taka eitt alvorligt prát við babba um at flyta heim í summar tá hann er útlærdur!
Nú fara vit at telja dagar til Trinomma kemur at vitja okkum. Á páskum rímir mamma frá okkum:o( Hon fer við bindiklubbanum heilt til New York. So tað er so deiligt at omma kemur at ansa eftir okkum. Tað gleða vit okkum longu til:o)
Her situr Uni og etur banan. Hann mungar so illa tá tey vaksnu eta:o)
Vit fingu hendan hvalin í jólagávu frá hannemoste-ommedid og í kvøld kom hann við í bað. Hann sproytar vatn um tað heila, so øll sum stóðu ov nær blivu vát. Hendan fara vit nokk at halda vera ordiliga skeg tá vit vera eitt sindur størri
Ingen kommentarer:
Send en kommentar