Nú eru vit so stórir at vit sleppa at royna alt møguligt nýtt. Vit hava eisini lært nógv síðan vit komu heim til Føroyar. Mamma yngsti sær í jólagávu frá okkum at vit lærdu at rulla. Uni, den lítli kúllur, rullaði sær frá rygg til búk meðan mamma var í kirkju jólaaftan. Men mamma mátti bíða spent í nógvar dagar áðrenn hon slapp at síggja hann venda sær. Vit duga nú eisini at bakka og fara til síðurnar tá vit liggja á búkinum, so vit koma eitt sindur runt á gólvinum nú. Vit vilja hoppa allatíðina og so duga vit eisini at skjóta sutturnar úr munninum og so prutla vit í greytin so tað spruttar um tað heila.
Vit hava arva eina hoppegyngu. Hana dámar okkum væl, men vit sleppa bara at vera so stutt í henni:o( Vit duga ordiliga væl at hoppa í henni:o)
Her roynir Uni Tórodd'sa gangistativ. Mamma og babba gjørdust so bilsin tá tey sóðu at vit dugdu at flyta okkum í tí.
Rógvi reiggjar:o)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar