
Her situr mammusa stóri drongur við einari tonn:o)

So stoltur! Í kvøld lá hann og golvaði allatíðina, tí hann merkti at har var okkurt í mussanum sum ikki plagdi at vera har:o)
Her hevur Uni fingið eyga á alt óruddi sum liggur á hyllini undir borðinum. Hann royndi at fáa fatur á tí, men tað var so høgt uppi. Men tað verður nokk ikki long tíð til tað eydnast. So mamma og babba mugu heldur fara at rudda hyllina skjótt. Uni hevur duga at rulla frá ryggi til búk síðan jólaaftan, men hevur ikki gjørt tað serliga ofta allíkavæl, onkuntíð eru vikur ímillum. Men í dag hevur hann rulla sær fleiri ferðir og er eisini byrjaður at hála seg frameftir. Í morgun hevði mamma lagt hennara fartelefon á gólvið beint frammanfyri Una og hann stríddist ordiliga fyri at fáa fatur á henni og tað eydnaðist honum. Hann er so raskur!
Í gjár gav mamma okkum havragreyt uttan babbasa hjálp. So babba setti seg eisini at eta, men hann fekk ikki bara greyt og tað sóðu vit gott (hann át eitt súrepli). Tá tímdu vit ikki at eta meira greyt, tí vit vildu eisini hava sovori lekkurt. Tíbeturi høvdu vit næstan eti upp tá hann kom.



Ingen kommentarer:
Send en kommentar