
Uni og Rógvi:o) Eru tveir soooo raskir kúllar. Í dag var heilsusjúkrasysturin her og hon var heilt yvirraska yvir at vit vóru blivnir so raskir, men vit hava eisini lært nógv nýtt í seinastuni. Hon væntaði at vit fóru at duga at sita sjálvir heilt skjótt. Tey síðstu kvøldini hevur Rógvi ikki tíma so væl at eti, heilsusjúkrasysturin helt at tað kundi vera tí hann var klárur til næsta trin, at hjálpa til við at eta sjálvur. So í kvøld fekk hann eina skeið í hondina. Hann spældi mest við hana, men hvørjaferð hann skuldi koyra hana í munnin, so var mamma klár at stappa sína skeið við mati inn í munnin og so át hann uttan trupuleikar. Haldi hann helt at tað var hann sjálvur sum gjørdi tað;o) Uni hevur enn SERA góðan matarlyst. Tá hann etur, hyggur hann allatíðina at tallerkinum ella skeiðini og so skjótt sum hann sær at skeiðin er á veg móti honum so gapar hann, sjálvt um hann hevur fullan munn:o)



Ingen kommentarer:
Send en kommentar