So gamlir eru vit

Lilypie Fourth Birthday tickers Lilypie First Birthday tickers

torsdag den 11. marts 2010

Vit ráhygga okkum nú hesar dagarnar omma og abbi eru her. Tey forkela okkum ordiliga:o) ...og tey forkela eisini mammu of babba. Mamma kundi fáa sær ein langan lúr í dag og aftaná fór abbi at trilla okkum meðan vit svóvu.


Ein dagin vóru vit í amagercentrinum og har fingu við smoothie, tað dámdi okkum ordiliga væl:o) Nú sleppur omma eisini endiliga at geva okkum the-munn og hon gevur okkum oftani frukt omaná, tá vit hava eti.


Her situr Rógvi í so fínari Superman-kápu sum omma hevur keypt. So fínur! Omma og abbi vóru við okkum til svimjing og hugdu, hvussu raskir vit eru.


Og her er Uni:o)


Í dag sovnaði Rógvi soleiðis. Tað sá so fitt út, men eisini eitt sindur stravið at liggja so við høvdinum.
Posted by Picasa

Ingen kommentarer:

Send en kommentar