So gamlir eru vit

Lilypie Fourth Birthday tickers Lilypie First Birthday tickers

torsdag den 20. maj 2010

Okkara nýggja súkla

Tað nýggjasta nýggja her, er at vit báðir skullu byrja í vøggustovu 14. juni. Tað var slettis ikki ætlanin, tí mamma ætlaði at hava okkum heima og fáa pengar fyri tað ( ja, sovori smart kann man í Danmark). Men fyri at kunna tað skal man hava búð í dk í 7 ár og mamma hevur einans búð her í 6, so vit mugu í vøggustovu. Men tað bilar ikki so nógv, vit fara heilt sikkurt at dáma ordiliga væl at sleppa at spæla við onnur børn. Men tað merkir eisini at mamma og babba mugu hava eina nýggja súklu, sum vit báðir kunnu við. So mamma og babba hava keypt eina hyper modernaða og smarta súklu. Hon er so snild at hon kann bæði vera súkla við kassa á framman, vanlig súkla og kassin framman kann vera ein slags vognur sum kann trillast fyri seg. Tað vil siga at babba kann avlevera okkum í vøggustovu við súkluni. Tá hann so skal víðari, letur hann kassan standa eftir og ger restina um til eina vanliga súklu. Tá mamma so kemur eftir okkum, trillar hon okkum heim í kassanum. Genialt ha?


Her ger babba okkum klárar til jomfrútúrin. Mamma hevur keypt okkum so fínar hjálmar við pingvinum á.


So eru vit klárir til afgang:o)


Bei bei. Mamma plagar eisini at hava hjálm, men í dag súklaðu vit bara runt í túninum so...


Babba skuldi eisini royna súkluna:o) Í vikuskiftinum fara vit ordiliga at avprøva súkluna
Posted by Picasa

Ingen kommentarer:

Send en kommentar