Í dag eru vit blivnir 1 ár. Sum tíðin gongur skjótt! Vit hildu ein stóran føðingardag í barnarúminum og festsalinum á oyrasundi. Har vóru ordiliga nógv fólk, uml. 50 børn og vaksin. Vit hyggaðu okkum so nógv. Har vóru nógvar kakur og døguri, so har var nógv gott:o) Vit hava fingið so nógvar góðar gávur. Vit gleða okkum at vakna í morgin og sleppa at spæla við alt.

Ein troyttur drongur, aftaná ein góðan dag. Hettar er Uni:o)

Og ein troyttur drongur afturat... Rógvi:o)

Hendan myndin er tykin tá vit komu heim av sjúkrahúsinum, tá vit vóru uml. 3 vikur gamlir. Tá vóru vit so pikka lítlir og lógu vit so fittir uppá tvørs í songini. Ja, nógv hendir uppá 1 ár.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar