So gamlir eru vit

Lilypie Fourth Birthday tickers Lilypie First Birthday tickers

mandag den 9. august 2010

Aftur í Dk

Nú eru vit aftur í Dk og vit longjast longu illa heim til tykkum øll:o( Men her er hent nógv nýtt síðan vit fóru. Vit eru byrjaðir í vøggustovu og dáma ordiliga væl, inntil víðari. Vit hava verið har 3 ferðir og í dag vóru vit eisini einsamallir í 20 min. Mamma og babba søgdu bei bei og vinkaðu, Uni vinkaði glaður aftur. Rógvi hevði slettis ikki tíð, sjálvt um mamma og babba fóru yvir til hann og royndu at íminsta lagið fáa eitt smíl, men nei, hann hevði ikki tíð. Tá tey komu aftur, søgdu konurnar at vit høvdu spælt so góðir:o)

Vit eru eisini farnir at snakka... ella vit royna at siga eina rúgvu. Vit duga at siga mjav, vuff, gagag og nam. Vit duga eisini at siga "trýsta". Ein dagin tá vit fóru í elevatorin trýsti mamma á knøttin, tá segði Rógvi "trýsta" og so segði Uni tað eisini:o) Rógvi segði eisini skógvar í dag. Vit eru so raskir. Vit duga sjálvsagt eisini at siga mamma, babba, omma og abbi.

Rógvi gongur eini 3 fet og Uni sleppur sær meir og meir og kann ganga uml. 1½ m, so tað verður ikki leingi til hann rennur runt:o)

Vit royna eisini at hjálpa til tá mamma og babba læta okkum í sokkar og skógvar, tá lyfta vit beinið høgt upp:o) Vit standa onkuntíð og royna at trakka niður í onkran skógv, tað sær so fitt út:o)


Her eru vit og vitja langommu og langabba. Rógvi vildi allatíðina upp til langommu og hon fekk nógv klem:o)


Langabbi fjasar við Una:o)


Nú duga vit at klatra uppá sofuna og eitt sindur at fara niður aftur. Her liggur Rógvi og slappar av eina løtu:o)


Vit geva hvørjum øðrum ein muss, so fitt. Men tað er ikki altíð tað gongur soleiðis fyri seg, vit eru nemliga byrjaðir at býta. Mamma heldur at vit einans royna at býta í klæðini, men tað er onkuntíð at húð eisini kemur við og vit hava báðir haft okkurt býtimerki:o(
Posted by Picasa

Ingen kommentarer:

Send en kommentar