
Mamma heldur at vit síggja út sum tveir stórir drongir, men vit vera eisini skjótt 2 ár.

Uni er so fínur:o) Nú eru vit við at vera so stórir at tað skjótt verður slut vit at ganga í boddystoking, so nú hevur mamma keypt okkum undirtroyggju og boksarashorts.

Rógvasa eru so fín við hávum á. Síggja tit at eg peiki á teir:o) Tá mamma læt meg í buksir og eg ikki sá hávarnar meira, bleyv eg so illur og græt.

Maiken og Símun vóru og vitjaðu okkum og Maiken vær so fitt at lesa bók fyri okkum:o)

2 fittir kúllar:o) Rógvi og Uni

Fyri tíðina spæla vit næstan bara við lego. Vit elska lego og onkran morgun er tað tað fyrsta vit siga tá mamma og babba koma inn í kamari eftir okkum:o)

Vit hava fingið eina nýggja mynd upp í kamarinum. Hon er av eini skjaldbøku og nógvum fiskum og so er hon í 3D, so tær sær út sum um fiskarnir svimja. Vit halda hon er so fín og seta okkum oftani at hyggja at henni:o) Vit hava fingið eina nýggja mynd upp í kamarinum. Hon er av eini skjaldbøku og nógvum fiskum og so er hon í 3D, so tær sær út sum um fiskarnir svimja. Vit halda hon er so fín og seta okkum oftani at hyggja at henni:o)

Eitt kvøldið sótu vit og ótu kaldar restir av forlornari haru. Vit hildu at tað smakkaði so væl! Rógvi sæt allatíðina og segði "kage" og tað var líkamikið um mamma segði "nei, kjøt" so var tað kaka í hansara eygum.

Rógvi:o)

Uni:o)

Rógvi er so fittur og gevur Una havre fras at eta:o)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar