So gamlir eru vit

Lilypie Fourth Birthday tickers Lilypie First Birthday tickers

tirsdag den 26. april 2011

Gleðilig páskir!


Uni sendur ein muss til tykkum øll har heima. Vit leingjast longu sooo nógv eftir tykkum!!!!

Vit hava, sum tit nokk vita, verið í Føroyum á páskum og vit hava havt tað sooooooooooooooooo gott. Vit hava nýtt at hava so nógv fólk rundan um okkum. Tað er so skeg at spæla við okkara systkinabørn.

Men tað er ikki bara nemt at vera í Føroyum... Har eru so nógv nøvn at halda skil á...ella faktisk ikki! Allir menninir vit sóðu itu gubbi...uttan abbi og babba. Men so æt ein Pauli gubbi, ein Rúni gubbi, ein Hjalti gubbi, ein Torleiv gubbi og ein Bogi gubbi og onkuntíð var tað bara gubbi, so var tað Bogi gubbi og so bara Bogi. Tað var ikki til at halda skil á. Til endans kallaði Uni eisini abba fyri gubbi:o)

Og ikki nokk við at tað ikki var til at finna útav við hesum nøvnunum, so argaðu tey okkum eisini við at vit tosaðu føroyskt við danskari úttalu. Men tey hildu eisini at tað ljóðaði so fitt:o) Vit eru eisini farnir at tosa nógv meir og nógv er føroyskt.

Vit vildu ynskt at vit kundu verið heima nógv longri. 10 dagar er ALT ov lítið!

Nógvar mussar og klemm
Uni og Rógvi
Posted by Picasa

Ingen kommentarer:

Send en kommentar