Í ár eru vit aftur í Danmark á jólum, men vit eru so heldig at omma og abbi eru komin niður at halda jól við okkum:o) Vit nýta at hava tey her og ikki skulla í vøggustovu. Tá vit ganga túr og vit nærkast vøggustovuni, siga vit beinanvegin "Ikki í vøggustovu":o)
Dagarnar uppundir jól hava vit tosa nógv um jólamannin. Jólamaðurin hevur eisini verið og vitja okkum nakrar ferðir og lagt okkurt gott í hosurnar hjá okkum.
Jólaaftan vóru vit til barnagudstænastu í eini kirkju beint her. Tað var heldigt at tað var ein barnagudstænasta, tí so var "lov" at larma eitt sindur;o) Seidni ótu vit dunnu...ella Uni át dunnu og Rógvi át eplir:o) Og tey vaksnu skuldu sjálvandi eta soooooooo longi. Tað høvdu vit slettis ikki tíð at bíða eftir, so tað endaði vit at vit fingu lov at pakka ein pakka upp. Tá allir pakkaðinir vóru pakkaðir upp, ætlaðu tey vaksnu at vit skuldu dansa jólatræð, men tað høvdu vit báðir slettis ikki tíð til, tí vit skuldu spæla við okkara gávur, so tey máttu dansa sjálvi. Vit hava fingið so nógvar og góðar gávur:o) So fóru vit at eta rísalamande, men tað vilja vit ikki síggja...líka sum babba...men so var tað tað meir til mammu:o)
Hesa fínu súkluna fingu vit frá mammu og babba:o) Rógvi
Rógvi:o)
Rógvi:o)
Uni:o)
Uni:o)
Rógvi:o)
Hettar var fyrsti pakkin vit pakkaðu upp...so spentir:o)
Áh, sum vit vóru glæðir...ein Bozz Lightyear:o)
Hann dugir at lísa og tosa og vit eru soooooo glæðir fyri hann!
Rógvi og omma:o)
Jólamaðurin kom eisini allan vegin úr Føroyum at vitja okkum:o)
Hann mátti eisini sleppa at síggja Bozz!
Jólamaðurin hevði pakkar til okkum:o)
Vit vóru slettis ikki bangnir fyri honum og hann fekk muss og klem:o)
Men tað snediga við hesum jólamanninum var at hann kallaði seg ikki fyri jólamann...hann segði allatíðina abbi:o)
Tá vit í dag tosaðu um at jólamaðurin hevði verið og vitja við pakkum, segði Rógvi: "Jólamaðurin - abbi" og peikaði á abba...so hann hevur nokk sæð hvør jólamaðurin var:o)

























Ingen kommentarer:
Send en kommentar