Mamma og babba vóru upptykin eina lítla løtu og áðrenn tey vistu av, so hevði Rógvi dekka borð. So raskur og sjálvbjargin:o)
Vit sluppu at ansa eftir lítla beiggjanum hjá Fríðugummu í nakrar tímar - altso mamma ansaði eftir honum og vit hjálptu til og tað dugdu vit væl:o)
Agøøø, sigur Rógvi við beiggjan:o)
Fitta snýði hjá gummu:o) Nú verður spennandi hvat hann skal eita.
Rógvi byggir við gulum klossum!
Vit dansa:o)
Men mamma heldu at vit hava miskilt okkurt tí tá vit dansa endar tað altíð við at vit kasta okkum niður og bólta runt.
Tað endar meira sum wrestling:o)
Her dansa vit eisini, tó nakað róligari:o)
Vit hava fingið vitjan av einum spøkilsi:o/
Soleiðis liggja vit sum oftast tá vit koma heim, tí vit ikki tíma at læta okkum úr sjálvir.
Eitt kvøldi gjørdu vit vaflur. Tað smakkaði so væl:o)
Vit ótu nógvar!
og hugdu at tegnifilmi ímeðan:o)
Uni:o)
Uni er riddari... ella tað sigur hann í hvørfall og hálar húgvuna upp undir nøsina:o)
Vit hava gjørt eina jóladekoratión við babba í vøggustovuni. Er hon ikki fín.





















Endeliga komu nýggj bíløt,havi verið inni hvønn dag.Gleða okkum til at koma tilDk á jólum.
SvarSlet