onsdag den 18. april 2012
Av av!!!
Í dag hevur Rógvi verið hjá tannlæknanum. Hann var so raskur. Tannlæknin slap væl at hyggja inn í munnin og hann tók eisini rønkenmynd. Tannlæknin segði at har var onki at gera, men at hann ikki skal bíta í mat í eina viku, so alt skal skerast í bitar. Og so segði hon eisini at nú var eitt gott tíðspunkt at støgga við at brúka suttu, so hann hevur sovi sín fyrsta lúr uttan suttu. Uni verður sjálvsagt eisini noyddur at støgga við at brúka suttu:( Rønkenmyndin vísti at framtennirnar sótu leysar og at tann eina var sligin upp og sæt tætt uppá vaksnamannatonnina, so vit hopa at vaksnamannatonnin ikki hevur tyki skaða, men tað vita vit ikki fyrr enn hon kemur undan. Tannlæknin vildi gjarna at Rógvi skuldi koma aftur um 14 dagar, fyri at tryggja at alt gongur rætta vegin.
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)









Ingen kommentarer:
Send en kommentar