So gamlir eru vit

Lilypie Fourth Birthday tickers Lilypie First Birthday tickers

lørdag den 17. november 2012

Katrin ansar eftir okkum:)

Í gjár skuldu mamma og babba út. Tað var so deiligt, tí so kom stóra Katrin at ansa eftir okkum. Vit halda at hon er sooooo fitt. Uni heilt ikki at hon dugdi at eta sjálv, so hann mátti hjálpa henni, hon slapp slettis ikki at eta sjálv, heldur ikki at drekka:) í morgun tá teir vaknaðu, komu teir rennandi inn í kamari hjá mammu og babba fyri at vita hvar Katrin var. Lagið var ikki gott tá mamma segði at hon var farin heim:(

Ingen kommentarer:

Send en kommentar