Í dag fór mamma líka inn í kamari at hjálpa Una. Tá hoyrdi hon eitt øgiligt buldur. Eg hevði reist meg upp ímillum sofuna og sofaborið og datt:( tá hon tók meg upp bløddi eg so illa úr vørruni. Mamma royndi at koyra kalt á, men eg bleyv svakur. So máttu vit fara niður til Katrin at vita um tey áttu ein ís at geva mær. Ís, tað var gott at fáa. Eg helt so fast í ísinum, og tá hann var uppi var eg ikki blíður. Mamma hevði ikki ætla at eg skuldi fáa svans fyrr enn eg var í hvørfall 1 ár, men tað var so synd í mær. Eg havi eina stóra "rift" í vørruni og eri eisini sera hovin:( men sjálvt um eg eri særdur, klári eg væl at rópa líka hart enn:)








Ingen kommentarer:
Send en kommentar