So gamlir eru vit

Lilypie Fourth Birthday tickers Lilypie First Birthday tickers

lørdag den 21. februar 2009

Stórur búkur og búkaklæðir :o)

Nú eru 14 dagar síðani vit løgdu bíløt inn, so nú kunnu tit meta um búkurin er blivin størri. Tað er hann nokk, tað sigur vektin í hvørfall, 1,4 kg uppá 2. vikur. So at siga øll eg møti, halda tað er ótrúligt at hann kann vaksa so skjótt.

Eitt annað nýtt síðan síðst er at nú merki eg masser av lívið í búkinum, serliga um kvøldi. Fyrstu ferð eg merkti nakað, var í 15 viku. Tað føldist sitt sindur meriligt og eg var ikki heilt sikkur í at tað vóru børnini, men tað eri eg nú:o) Tað er ordiliga deiligt! Enn er tað ringt at merkja tað uttan á búkinum, men Sonni gleðir seg til tað fer at merkjast beturi so hann eisini kann føla tað.

Nú eri eg komin 17 vikur, so eru ulm. 21 eftir. Tá tað eru tvey, so sleppur man ikki at ganga allar 40 vikurnar sum vanligt, men verður setur í gongd eftir 38. Eitt annað eg bæði havi lisið og hoyrt, er at tá man gongur við tvillingum, so ráða læknarnir til at man verður skjúkrameldaður í viku 24, millum annað tí at vandin fyri at eiga ov tíðlja er so stórur. So um so er havi eg einans 7 vikur eftir til arbeiðis. Tað er eitt sindur merkiligt at hugsa um, men so fari eg at hava góða tíð at binda og man ikki tað eisini verður tíð til at koma ein lítlan túr heim:o)

Síðsta vikuskifti vóru vit og shoppaðu klæðir til mín:o) Ikki tí eg ikki passi hini klæðini, men man kan jú altíð brúka okkurt nýtt;o) Tá keypti eg millum annað tað fyrsta búkaplaggið, hendan svarta kjólan. Deiliga behagiligur og massar av plássi hjá búkinum at vaksa í.




Næstu ferð mugu vit leggja onkra mynd av Sonna inn, tað gongur ikki at tað einans eru bíløt av mær her inni:o) So kunnu tit síggja hvussu nógv hann er broyttur uppá hesar 17 vikurnar:o)


Hósdagin var gummusa didda her. Hon eitur Rannvá og er sooo fitt. Hon var her heilt einsamøll, onga mammu og babba við. So kundi eg trena meg eitt sindur:o) Vit odiliga hugnaðu okkum saman, vit spældu, sungu og dansaðu.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar