So gamlir eru vit

Lilypie Fourth Birthday tickers Lilypie First Birthday tickers

søndag den 8. marts 2009

Nú er helvtin eftur :o)

Nú eri eg komun 19 vikur og so eru einans 19 eftir:o) Tær vera nokk nakað stravnari enn fyrsta helvt. Annars gongur alt væl og búkurin veksur skjótt.

26. feb vóru vit hjá eini tvillingajarðarmóður. Tað hevði ikki so nógv uppá seg, men hon segði millum annað at tey ráddi mær til at sjúkrameldast í viku 23. Tað vil siga at eg havi einans 4 vikur eftir til arbeiðis. Tað er eitt sindur merkiligt, men nú havi eg vant meg við tankan. So tá fari eg ordiliga í gongd við at binda:o)

Í morgin skullu vit í skannaran aftur, fyri at vita um alt er sum tað skal vera. Tað verður gott at síggja tey aftur og kanska fáa vit at vita hvat kyn tey eru:o) Vit skullu eisini til onkran lækna aftaná, men eg veit ikki hvat vit skullu har. Vónandi er alt sum tað skal verða og vit fáa nøkur fitt bíløt av børninum, sum vit sjálvandi leggja her út eisini, so tit kunnu síggja:o)

Og ein lítil heilsan til Kaj som fyllir 8 ár í dag. Hjartaliga tillukku Kaj!!! Vit gleða okkum at síggja teg og Sámal tá tit koma niður skjótt.


Vika 19
Síðst lovaði eg at eg skuldi leggja okkurt bílat av Sonna út so tit kunnu síggja hvussu nógv hann er broyttur síðan tit sóðu hann síðst og her er hann so:o) Hann er eisini í viku 19 men ikki so tjúkkur sum eg:o) Snýt!!!

Komandi pápin:o)

Ingen kommentarer:

Send en kommentar