So gamlir eru vit

Lilypie Fourth Birthday tickers Lilypie First Birthday tickers

mandag den 9. marts 2009

Og tað eru 2...

Nei vit siga ikki:o) Hi hi. Ì dag vóru vit aftur í skannarinum og alt var sum tað skuldi vera:o) Hon kannaði um høvdini vóru sum tey skuldu, hjarta, nýrir, bløra, rygggeislarnir og lærbeini. Børnini sprellaðu so nógv, at tað var eitt sindur ringt hjá sjúkrasystrini at kannað tað hon skuldi, men tað gekk til endans. Aftaná vóru vit hjá einum lækna sum spurdi um alt møguligt, tók blóðtrystið, kannaði pissið og føldi uppá búkin og mátaði hann.


Her er tvilligur 2. Fitt ha?


... og her er tvillingur 1:o) Duga tit at síggja um tey líkjast?


Her eru bæði børnini saman:o) Annað liggur við høvdinum uppeftir og hit liggur við høvdinum niðureftir. Nú eru tey blivin so stór at tað var ikki so lætt at fáa eitt bílað av teimum saman. Tey lógu jú eisini so ófriðalig, so tað gjørdi tað ikki nemmari. Sjúkrasystirin helt at hetta vóru ikki tey mest fotogeni børnini. Billar sær inn, at siga so! Tey eru so fitt:o)

Og vit sóðu eisini nakað annað:o) Kunnu tit gita hvat? Hjá tí ein var tað klárt og tíðuligt ein lítil snippur:o) Og hjá hinum var eisini ein snippur, men tað sá eg ikki líka gott, men sjúkrasysturin sá tað:o) So tað kom tveir fittir beiggjar afturat. So kjólin sum mamma keypti fyri uml. 2 árðum síðani, má vera hangandi á akslatræðinum eitt sindur afturat:o)

Ingen kommentarer:

Send en kommentar