Sum tey fleystu vita so fingu vit mánadagin at vita at vit fara at fáa tveir fittar beiggjar. Tað er ordiliga deiligt at vita hvat kyn tað er, so kann eg jú binda troyggjir í beiggjafarvum:o) Baksíðan er so eisini tann, at tá eg veit at tað eru beiggjar, so kann eg eisini keypa beiggjakælðir. Og tá eg síggji okkurt eg haldi er ordiliga fitt, so klári eg ikki at halda mær frá at keypa tað. So Sonni fer sikkurt at hoyra meg siga " Ups, eg kom til at keypa hetta. Tað var barasta so fitt at eg mátti:o)" Í dag kann eg so siga ups ups ups ups:o) Eg var við Fríðu og gummusa diddu á Ej Sikke Lej lagersalg, og lat okkum siga tað soleiðis, eg kom ikki tómhent heim aftur:o) Alt var Nógv bíligari enn vanligt, so har eru pengar at spara;o) Konan við kassan undraðist á hví har var 2 av øllum og tá eg so segði at eg skuldi hava tvillingar, gav hon mær uppaftur meira avsláttur:o) Tað var pent gjørt!








hihihi :D fitt klæðir!
SvarSlet