Endiliga føldi eg tað :o)
Eg havi leingi roynt at merkt eftir búkinum fyri at vita um eg ikki kan føla eitt lítið spark. Sigga merkir ofta at okkurt rørir um seg í búkinum og eg kann slett ikki verða við, men tað er nú broytt.
Í dag meðan við lógu á sofuni og dovnaðust, merkti eg fyri fyrstu, aðru og triðju ferð, okkurt sum eg ikki havi følt fyrr. Eg trúði tí ikki í fyrstuni, men tá eg hugdi uppá Siggu og hon eisini føldi tað so bleiv eg glaður :o) tí tað var eitt spark. Nú eru beiggjarnir so stórir og sterkir at teirra spark eisini merkist uttan á búkinum:o) Deiligt!


hahahaha wau :D
SvarSlet