So gamlir eru vit

Lilypie Fourth Birthday tickers Lilypie First Birthday tickers

lørdag den 4. april 2009

Vika 23 :o)

So eri eg komin 23 vikur og tað merkir at eg nú havi haft mín síðsta dag til arbeiðis. Tað verður ikki so galið at hava frí nú, men tað er eisini syrgiligt, tí eg var so glað fyri at arbeiða har. Í gjár vóru vit eisini í skannarinum og hjá lækna aftur. Vit sóðu aftur at tað vóru tveir beiggjar, har var ongin yvi:o) Vit fingu at vita at teir vaksa sum teir skullu og annars var alt sum tað skuldi vera, alt uttan mítt piss. Har vóru spor av eggjahvíta í, so tað skuldi kannast nærri, fyri at vita um eg havi blørubetendilsi. Tíverri fingu vit ongin bíløt av beiggjunum hesu ferð, so tit máa noyðast við eini mynd av mær og búkinum:o)

Fyri tíðuna síggja vit trý ikki nógv til Sonna, hann skal í roynd týsdagin, so hann hevur nokk at gera. Hann hevur endiliga fingið praktikpláss og byrjar 14 í hesum:o) Hósdagin fara vit ein svip til Malmø til leygardagin. Eina mini feriu:o) Og vit skullu búgva á Hilton! Tað verður lekkurt. Alt er eisini bíligari í Svøríki, so vit fara millum annað at hyggja at vognum og barnaútgerð:o)

Ingen kommentarer:

Send en kommentar