
...Tá tað bleiv ov stravið, so settu vit okkum og fingu ein góðan drekkamunn við onkrum góðum afturvið.

... og so shoppa víðari:o)

...tá ið vit so aftur blivu troytt, settu vit okkum aftur at eta. Her eru vit á eini matstovu á Lille Torg. Tað er eitt torg vit fleiri matstovum og nógvum gomlum húsum, tað var ordiliga hugnaligt og lekkurt at sita uttanfyri og eta uttan at vera kaldur (vit sótu undir hitakanónum, deiliga heitt:o)


Ein troyttur drongur, ella eg má heldur byrja at siga maður:o) Hann verður jú pápi skjótt!

...men eg verði altíð ein genta:o)


Her síggja tit Hilton. Tað er heilar 20 haddir og vit búðu á 17 og tað var rættiliga vemmiligt at koyra upp í elevatorinum fyrstu ferð, man sá nemliga beint út og niður.



Vit keyptu hesi papp-páskareggini (sum eru av jarni:o) Hopi at mítt er fult í morgin;o) So eru eggini eisini klár til beiggjarnar til næstu páskinir.
Sum sagt, so shoppaðu vit nógv:o) Sonni keypti sær buksur og blusu. Eg keypti ein kjóla, topp og leggings. Vit keyptu eisini onkur køksting, tað mangli eg jú altíð;o) Men tað vit keyptu allar mest av, var beiggjaklæðir:o) Eg kláraði ikki at halda mær, tey vóru so fitt og bílig, so eg mátti;o)
Ordiliga kediligt tá tað er so fitt, men tá tann eini er í hasum, so má hin bara verða í onkrum líka fittum, ella fer annar í blusuna og hin í buksurnar, so gongur kanska:o) Hettar passar teir nokk stutt eftir teirra føðingardag:o) Tað er so fitt og lítið:o)


(Hetta bílatið vil ikki gera sum eg sigi!)
Hesar velour draktirnar vóru eisini so fittar:o)
Á vegnum heim í toginum, var planin tann, at vit skuldu støgga á við síðstu statión áðrenn Oyrasund, fyri at hyggja at vognum, har liggur nemliga ein stórur barnaútgerðshandil. Men tá vit vóru á veg úr toginum vildu hurarnar ikki fara upp. Vit royndu at skunda okkum til næstu hurð, men tað gjørdu fleiri onnur eisini, so tað gekk seint fyri seg. Tá vit endiliga komu til eina hur, koyrdi kontrolørurin hana akkurát aftur. Vit søgdu at vit skuldu út og at hin hurin ikki riggaði og hann segði bara nej. So har stóðu vit so fitt og vóru noydd at koyra beint yvir sundi og sóðu ongar barnavognar, øv bøv :o( :o( :o(







Ingen kommentarer:
Send en kommentar