Í gjár var eg aftur á sjúkrahúsinum, hesaferð var tað tó ikki tí at nakað var galið, bara ein vanlig skanning og ein túr forbí hjá læknanum. Alt gekk ordiliga gott. Beiggjarnir vóru mettir til at viga 1709 gr. og 1768 gr. og tað er ordiliga gott. Oftast viga tvillingar eitt sindur minni enn "vanlig børn" men tað gera teir ikki, teir fylgja tí vanligu vektkurvuni flott:o) Lívmóðurhálsurin bleyv eisini skannaður og hann var tað sama, so tað var heldur ikki so galið, tað merkjur bara at eg skal blíva við við at taka tað róligt. Eg spurdi læknan um eg ikki kundi fara onkran mini lítlan túr, bara niður á terassuna og okkurt sovori og tað helt hon var í lagi. Tað ger at dagarnir vera eitt sindur meira spennandi. So í gjárkvøldi var eg í bindiklub og tað var sooooooo deiligt at sleppa út millum fólk og ikki bara vera inni hjá okkum og liggja á sofuni.
Læknin segði eisini at nú skuldu vit bara hopa at eg í hvussu so er gangi til viku 32 (8 dagar afturat), tí tá kann man vænta at teir klára seg nokkso væl um teir koma út. Tað er betur um eg klári at ganga til viku 34, tí so klára teir seg uppaftur beturi. Tað er ikki so galið at tey seta nøkur smá mál at náða, tí tað kann virka nokkso ómøguligt at hugsa at eg klári at ganga til viku 38. Men kanska:o) So fari eg rullandi út á sjúkrahúsið, tí búkurin er MEGA STÒRUR nú.

Hetta er beiggi 1, hvørjum líkist hann mest ?
Hin beiggin var eitt sindur smæðin hendan dagin og vildi ikki fotograferast.
Hey Eg haldi at hasin líkist mammu sínari,halda ikki øll tað
SvarSlet