Eg helt tað verða skeg at taka upp meðan allar elektrodurnar máldu plukkverkir og hjartaljóð :)
Her liggja teir nokk og sova, tí tá teir sparka er hjartaljóði normalt á eini 170 til 190 sløg.
Nú er búkurin blivin orduliga stórur. Í dag eru vit í viku 32.
Og soleiðis sær búkurin út, nú muga tit ikki svíma ;)
Nú eru 6 vikur eftir til viku 38, men Sigga heldur ikki at tað er møguligt at búkurin kann vaksa 6 vikur afturat, tað er tað simpulthen ikki pláss til. Men enn sær hann akkurát út sum ein bóltur, trill rundur. Teir sita enn og hygga sær við høvdinum uppeftir og sparka á bløruna so Sigga má renna á WC í tíð og ótíð, so tað er ikki løgið at hon hevur so nógvar plukkverkir. Læknarnir vænta ikki at tier hava pláss til at venda sær nú, so teir koma nokk út við keisersnitt.


WAU :O :D tit eru alvorliga flott :D eg heyði á tykkum: Sigga & Sonni! Sigga & Sonni!
SvarSletJa nú er búkurin ótrúliga stórur,tað sær ikki út til at verða nógv pláss at bolta sær í.
SvarSlet