
Tað er nokk ikki so nemt at síggja, men her er faktisk eitt lítið høvd, við eini lítlari pannu, einum eygað og eini pinkulíklari nøs :o) er hann ikki bara fittur?

Og sum ikki einaferð eru teir ómøguligir til at taka myndir, hesin kúllurin vildi ikki venda sær móti kameranum, so vit fingu bara ein nakka og eina pinkulukla hond.. við 5 fingrum :o)
.
.
.
Men so hendi tað, sum vit hava verið bangin fyri.. Intil nú hevur alt gingið so gott, næstan ov gott. Hósdagin meðan vit lógu á sofuni byrjaði Sigga at gerðast eitt sindur órólig. Hon hevði hetta kvøldið og kvøldið fyri merkt, at hon hevði nakað fleiri plukkverkir enn hon plagar. Vit hava altíð fingið at vita at plukkverkir eru normalar, men man skal ikki hava ov nógvar. So vit gjørdu av at telja tær og taka tíð. Læknarnir hava sagt at vit skulla verða varin um plukkverkirnar gerðast regluligar, tað merkir 1 plukkverk hvønn 5, 10 ella 15 minutt ella meir. Og vit taldu 10 plukkverkir uppá ca. 40 min, tvs. eina hvønn fjórða minutt. So ringdi Sigga til sjúkrahúsið og fortaldi teimum um støðuna og tey bóðu okkum um at koma inn beinavegin.
Vit vóru á hospitalinum um 10 tíðina og har var ein jarðarmóður og ein lesandi sum løgdu hjartaljóðs apparatið til og máldu ljóðini og samantrekkingarnar av lívmóðruni tað gekk ein knappur tími hvar vit bara sótu og bíðaðu meðan hetta bleiv mált. Tað vísti tað sama sum vit høvdu talt.
Seinni kom ein onnur jarðarmóður, sum var ótrúliga dugnalig og góð til at forklára og fáa okkum til at føla okkum tryggari. Hon tók ein prøva, sum vísti spor av bakteriu.. Hon kom seinni inn við einum lækna og skannara og tey máldu lívmóðursvegginm, sum var 37 mm seinast hann bleiv máldur. Hetta kvøldið var hann 23 mm. Tann læknin helt ikki at tað var gott, men tað var nokk ikki so farligt sum tað ljóðaði.
Diagnosan var tann at Sigga hevði fingið blørðubruna og hon skuldi hava pencilin og okkurt fyri at doyva plukkverkirnar. Og so eisini okkurt fyri at styrkja lunguni hjá beiggunum um okkurt skuldi hent.
So vórðu vit flutt inn á eina aðra stovu, har fekk Sigga dropp og eina langa sproytu í lærið og tað var pínufult, tað sá eg. So fekk hon pencilin í droppið á hondini.
Alt hetta hendi hóskvøldið og ikki fyrr enn um 3 tíðina um náttina komu vit inn á eitt kamar har vit skuldu verða og hava verið síðan. Ella Sigga hevur verið, eg sleppi ikki at sova har.
Hetta er tað apparatið í málar hjartaljóð og samantrekkingarnar. Samantrekkingarnar eru á høgru síðu og síggjast sum útsvingningar. Hvør stórur puntur er 1 minuttur.
Á vinstru síðu og talið sum vísur 180 er hjartarytman og hon skal verða so høg á fostrum. Vit hava allatíð fingið at vita at beiggjarnir hava tað ordiliga gott og hjørtuni fungera akkurát sum tey skulla. So teir hava tað gott, hóðast teir trupuleikarnar vit hava rent okkum í hesar seinastu dagarnar. Tað er okkara størsta troyst.


Ingen kommentarer:
Send en kommentar