Nú er nokk uppá tíðina at leggja eitt bílat av búkinum inn afturat:o) Hann er í hvørfall blivin NÒGV størri enn á síðsta bílatinum vit løgdu inn.
Í dag hava vit verið í skannarinum og har bleyv sjúkrasisturin ordiliga sett uppá prøva. Sum ikki einaferð tímdu beiggjarnir als ikki tað hon vildi. Teir hava eisini flutt seg so at teir báðir nú liggja við høvdinum í vinstru síðu og beininum í høgru. Hesin vinkulin gjørdi tað eisini ringt at fáa tær røttu myndirnar av teimum, so vit vóru har inni í heili 40 min og so til læknan aftaná. Vit fingu eisini at vita hvat beiggjarnir viga og teir máa sigast at vera rættiliga javnir. Tann eini var mettur til at viga 1333 gr. og hin 1336 gr. So teir eru blivnir ordiliga stórir:o)
Tá vit vóru liðug og Sonni var farin til arbeiðis, fór eg ein túr í Fields at vita um eg fann nakrar buksur og sokkar til beiggjarnar, tað var tað einasta vit manglaðu í str 50. Og heldigvís fann eg nøkur ordiliga fitt pør av buksum og pikkalítlar sokkar:o) So nú eru klæðini klár um teir skuldu funni uppá at komi út eitt sindur ov tíðlja. Og har manglar onki, um nakað, so eru ov nógv klæðir:o) Men tað gongur ikki at hava ov lítið og enda við at standa og mangla nakað;o)

Eeeendiliga slapp eg at síggja handan fitta búkin :)
SvarSlet