Í dag var THO sjúkrasisturin aftur her og vigaði okkum og hon segði, at nú var slut við at fáa mat í sonduna um dagin og kvøldið, so nú fáa vit einans sondu um náttina. Vit høvdu tikið so nógv uppá teir síðstu 4 dagarnar, at hon segði at vit dugdu nógv beturi at fáa boppu enn mamma helt. Nú vigar A 2685 gr. og B 2635 gr. Hon segði at vit sjálvir skuldu vísa at vit vóru svangir og at tað kanska fór at taka eitt døgn, tí tað eru vit ikki vænir við. Inntil víðari er tað bara komi niður í búkin uttan nakað arbeiði (í hvussu so er frá okkara síðu:o) men nú skal arbeiðast fyri føðina! Sjúkrasisturin vísti eisini mammu hvussu man brúkar hettar merkiliga turriklæði. Hettar er ein slags beriseðil, men tað smarta er at vit kunnu báðir vera í. Í dag slapp B at vera prøvikanin og hann dámdi ordiliga væl, so her fara teir at hanga oftani:o)


Her liggji eg so væl:o)

Í dag prøvaði Rúni endiliga at halda okkum, so hann kundi trena seg til tað verður hansara túrur skjótt:o)

Nú dugi eg B at ropa og tað er nokkso hent tá eg nú skal til at fáa boppu so oftani.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar