So gamlir eru vit

Lilypie Fourth Birthday tickers Lilypie First Birthday tickers

fredag den 3. juli 2009

Nú skullu vit til at eta meira

Í dag var sjúkrasisturin her aftur og vigaði okkum og vit stóðu í stað. Tað merkir at vit skullu til at eta meira, so nú skal mamma til at vakja okkum um vit ikki vakna sjálvir. Tað var tað hon hevði hopa at vit fóru at læra, men tað duga vit ikki heilt enn. Vit vakna onkuntíð og eru svangir, men ikki nóg ofta. Men her er eisini sooooooo heitt alla tíðina og tað ger tað ikki beturi.

Tað er eitt sindur stravið hjá mammu og babba tá vit ikki orka at vakna og eta, men annars eru vit nemmir og soooo fittir. Vit sova nógv enn og vit sova best tá vit liggja ordiliga tætt at hvørjum ørðum. Og oftan fáa mamma og babba onkrar góðar myndir har vit liggja so fitt. Her eru nakrar frá í dag:o) (myndirnar vildu ikki venda sær rættan veg)










Ingen kommentarer:

Send en kommentar