í gjár høvdu vit nógva vitjan og tað var so hugnaligt. Fyrst vóru Hanus, Poula og Magnus her. Hanus er syskinabarn hjá mammu. Magnus, sum er 3 ár, helt tað var merkiligt at vit ikki dugdu nakað, hvørki at ganga, grulva ella snakka. Seidni komu Arndis gumma, Carl og Ró. Nú slapp gumma endiliga at halda okkum:o)


Fitta Ró, sum er blivin so stór. Hon verður skjótt 1 ár:o)

Seidni um kvøldi, tá babba royndi at fáa meg (B) at ropa fekk hann hendan afturfyri, tí tað tímdi eg ikki. Mamma skundaði sær at taka eina mynd:o) Ja, ja tey byrja tíðlja nú á døgum!
Ingen kommentarer:
Send en kommentar