So gamlir eru vit

Lilypie Fourth Birthday tickers Lilypie First Birthday tickers

torsdag den 9. juli 2009

Onga sondu:o)

So kom dagurin endiliga:o) Nú eru vit heilt ledningsfríðir! Í dag høvdu vit aftur vitjan av sjúkrasystrini og heilsusjúkrasystrini. Sjúkrasysturin segði at nú vóru vit so raskir at eta frá mammu og tóku so væl uppá, at nú høvdu vit ikki brúk fyri sonduni meira, so mamma og babba skuldi bara koyra tær vekk. Tit kunnu ætla at mamma var glað:o) Vit blivu vigaðir á heili tveimum vegtum í dag. Tað er tí at nú skullu vit skjótt bara vigast á vektini hjá heilsusjúkrasystrini og tá vektir eru ymiskar, skuldu vit finna munin á teimum. Nú viga vit A: 2750 sum nú er = 2700 á tí nýggju vektini og B: 2790 = 2750. So nú eru vit ordiliga stórir, tað halda mamma og babba í hvørt fall:o)


Higga hetta fitta snýðið:o) Nú sær man tað ordiliga, so deiligt! Hettar er A, fyri tey sum ivast;o)


A og mamma:o)


B og mamma:o)


B er klárur at fara í bað


Vit elska at vera í bað. Her liggur A heilt avslappaður og nýtir tað:o)


og B nýtir tað eisini:o)


Nú er A troyttur og propp mettur eftir eitt deiligt bað og boppu. Tað er eisini so deiligt at liggja hjá babba og hvíla seg:o)


A


B er eisini mettur og væl settur. Mamma hevur longu lært meg hvussu hon ger fyri at goyma undirhøkuna á myndum. Eg havi nokk arva undirhøkuna, so eg havi bara lært meg beinanvegin hvussu eg skal gera:o)

Ingen kommentarer:

Send en kommentar