Ja, nú eru vit slopnir av við sonduna og tað gongur bara super uttan:o) Vit boppast í ful drøn og sum tit nokk síggja so sæst tað á kjálkunum:o) Teir eru so lekrir og bleytir.


Mamma og babba halda at vit líkjast nokso nógv, men tey duga beturi og beturi at síggja hvør er hvør. Fyri sikkurheits skyld hava tey givi okkum hvør sítt band um armin. A hevur hvítt og ljósablátt og B hevur hvítt og myrkablátt.

Vit eru oftari vaknir nú, men vit dáma best at vera vaknir um kvøldi/náttina tá mamma og babba ætla sær í song, so tey siga at vit eru nækrir jassar!

Eitt fitt smíl frá A

Eru vit ikki fínir? Vit eru blivnir so stórir at nú passa vit nógv av okkara klæðum í str. 50 ordiliga væl:o)

A liggur hjá mammu

Hygg hvussu væl eg dugi at lyfta høvdi, raskur ha!

Mamma og babba halda at hesir kjálkarnir eru soooo lekrir at mussa, so vit fáa næstan ikki frið!

B liggur hjá babba sínum:o)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar