So gamlir eru vit

Lilypie Fourth Birthday tickers Lilypie First Birthday tickers

fredag den 26. juni 2009

Okkara nýggja kamar á sjúkrahúsinum

Mánadagin fluttu vit øll inn á eina útslúsningsstovu, tí nú hava vit tað so gott og eru blivnir so stórir at vit skjótt kunnu sleppa heim. Á hesi stovu eru tað bara mamma, babba og vit inni, so her er so deiliga friðaligt. Nú sleppa mamma og babba ordiliga at royna seg. Nú eru tað tey sum skullu upp um náttina at geva okkum mat í sonduna og alt sovarið. Tey halda at tað er sooo deiligt at vera bara vit:o)



Kunna tit síggja hvør eg eri? Mamma og Babba taka onkuntíð feil, sjálvdan, men tað kemur fyri. Eg eri B! Gittu tit rætt?



Eru vit ikki fittir:o)


Her liggja vit so gott hjá babba, ballaðir í eitt sooo flott teppi vit hava fingið frá Birgit, vinkununi hjá Unnommu. Vit eru sooo glaðir fyri tað. Sjúkrasistrarnar hava allar eisini sagt hvussu flott tað er:o)



Her havi eg, B, verið í bað fyri 2 ferð. Eg helt tað vera so lekkurt og lá heilt avslappaður og svav.



Eg, A, nýtti tað eisini og var klárvakin:o)

Ingen kommentarer:

Send en kommentar