
Rógvi prátar og smílir til mammu sína

Rógvi lippar. Mamma og babba halda vit eru so fittir tá vit lippa. Hann vil hava at eta, men tað tekur so langa tíð, nú vit fáa sovornar dropar áðrenn. Teir skullu hjálpa uppá búkin, men tað er onki stuttligt tí tað tekur alt ov langa tíð og vit vilja hava at eta her og nú tá vit vakna.

Mettur og væl settur. So var lagið beturi:o)
Uni liggur á búkinum og spælir. Vit eru báðir tveir blivnir so raskir til at lyfta høvdi. Vit duga beturi og beturi fyri hvønn dag:o)



Ingen kommentarer:
Send en kommentar