So gamlir eru vit

Lilypie Fourth Birthday tickers Lilypie First Birthday tickers

torsdag den 10. september 2009

Uni og Rógvi eru so raskir

Uni og Rógvi eru tveir raskir dreingir, sum mennast meira fyri hvønn dag í fer. Nú byrja vit ordiliga at práta við mammu og babba tá tey práta við okkum og tey fáa eisini nógv smíl.

Í gjár og í dag hava vit verið einsamallir heima við mammu og vit hava skikka okkum so væl. Men vit tíma ikki væl at sova um dagin, so mamma trillar langar túrar við okkum. Tá sova vit gott:o)

Týsdagin vóru vit við mammu og vitjaðu í barnagarinum har hon arbeiddi. Tá dreingirnir sóðu mammu komu teir rennandi og góðu henni eitt klemm og mamma bleyv so glæð. Konurnar í barnagarinum hildu at vit vóru so fittir og søgdu at vit skuldu koma skjótt á vitjan aftur.



Uni smílur so fitt:o)


Rógvi dugir at siga "Agø"


Hvør er hvør? Ja tit kunnu gita (og gjarna skriva tykkara boð í gestabókina)






Rógvi, babba og Uni:o)


Eru teir ikki fittir:o)


Rógvi og Uni

Uni smílir:o)

Rógvi smílir:o)

PS: Til tykkum sum hava skrivað okkum eina heilsan í gestabókina: Takk fyri tað! Vit halda at tað er ordiliga deiligt at fáa heilsanir:o)

Ingen kommentarer:

Send en kommentar