Vit eru blivnir so raskir til at spæla á gólvinum. Nú sleppa mamma og babba oftani at eta uttan at skulla reisa seg allatíðina:o) Vit royna at taka í alt vit fáa fatur á og koyra tað í munnin. Vit dáma serligani væl at eta hondina hjá hvørjum øðrum. Vit práta nógv, serligani Rógvi, og tá vit sita hjá mammu og babba royna vit at lyfta okkum upp.
Um 4 vikur koma Rúna moste, Halla moste og Annika (teirra vinkona) til Kbh, tað gleða vit okkum ordiliga nógv til. Tær fara heim aftur 25. nov og tá fara mamma og vit báðir við:o)
Uni. Um man hyggur væl eftir eygunum, so síggjast spor av brúnum. Yes!!!! sigur mamma. Hon hopaði nemligani at vit fóru at fáa babbasa brúnu eygu:o)
Rógvi liggur so fittur:o)
Uni aftur:o)
Vit elska at vera lætnir úr og sleppa at sprella eina løtu:o) Tá smílast vit altíð!


Ingen kommentarer:
Send en kommentar